Á tingfundinum í dag , 13. mars 2025, verða fleiri mál til viðgerðar. Fundurin byrjar klokkan 10.00.
Serliga stórur áhugi er helst fyri uppskotinum um løgtingslóg um Suðuroyartunnil, sum heilt nógv orðaskifti hevur verið um í miðlunum.
Tingfundur – Dagsskráin
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.. Málið verður beint í Fíggjarnevndina
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Málið verður beint í Fíggjarnevndina
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at umvæla og umbyggja starvsfólkabygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Málið verður beint í Fíggjarnevndina
- 1. viðgerð av uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af bekendtgørelse af lov om assisteret reproduktion i forbindelse med behandling, diagnostik og forskning m.v.. Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverkið. Ásetingar um universitetssjúkrahús. Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Leingjan av skipan við skattafrádrátti fyri langtíðarleiguinntøku. Málið verður beint í Fíggjarnevndina
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin). Leingja tíðarskeiðið fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum. Málið verður beint í Fíggjarnevndina
- Framløga