Súnanna svarar fyrispurningi um MR-skannarar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur svarað fyrispurningi frá løgtingsmanninum, Eiriki í Jákupsstovu, um effektiva nýtslu av MR-skannarunum í Sjúkrahúsverkinum.

Hon sigur, at starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru í MR-toyminum, sum stendur fyri at gera allar MR-skanningar. Upplæringin og verksetingin av nýggja 3T MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur gingið eftir ætlan, og í desembur byrjaðu tey at skanna fyri prostata, ið ikki hevur verið gjørt í Føroyum áður.

Súsanna Bertholdsen sigur eisini, at tað ikki er nakað fast býti millum MR-skannararnar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ávísingar verða visiteraðar av røntgenlækna, sum tekur kliniskar læknafakligar avgerðir. Flestu skanningar kunnu gerast í báðum skannarunum, men nakrar skanningar verða framdar í ávísum skannara orsaka av trygd og kanningarslagi.

Landsstýriskvinnan sigur, at skanningar um kvøldarnar á Landssjúkrahúsinum hava verið politiskt raðfestar fyri at stytta bíðitíðina. Men tveimum MR-skannarum verður kapasiteturin so stórur, at tað frameftir ikki verður neyðugt at gera skanningar eftir vanliga arbeiðstíð.