Javnaðarflokkurin váttar tað, at tað verður Margit Stóra, sum tekur yvir sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum eftir Ingilín D. Strøm.
Samstundis verður Súsanna Bertholdsen nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum fyri Margit Stórá.
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur soleiðis:
– Hóast eg eri harmur um umstøðurnar, so hava vit í Súsonnu og Margit tvær sterkar landsstýriskvinnur, sum brenna fyri teimum málsøkjum, sum tær skulu umsita. Nógv góð samgongumál eru komin langt í fyrireikingini, og tað verður uppgávan hjá okkum í landsstýrinum at fremja hesi í verki.