Symfoniorkestrið gjørt avtalu við Runavíkar kommunu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í vikuskiftinum skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, og Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfonikorkestri, undir eina samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur.

Høvuðsendamálið við avtaluni er at tryggja, at borgarar í Runavíkar kommunu regluliga fáa høvi at njóta klassiskan tónleik á hægsta stigi.

Við avtaluni fær Symfoniorkestri møguleika at spæla í Løkshøll, sum er ein liður í ætlanini hjá orkestrinum at ferðast kring landið við konsertum.

Avtalan er galdandi fyri tey næstu trý árini, og konsertir verða hildnar í Runavík í 2025, 2026 og 2027. Avtalan er galdandi frá ársskiftinum og fram til 31. desember 2027.

Løkshøll var upprunaliga bygd við tí í huga, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum.