Taks fær heimild at flyta inngjøld til eftirlønarveitara

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fíggjarmálaráðið sent eitt uppskot ti hoyringarum broytingar í Eftirlønarlógini, sum skal lætta um umsitingina av eftirlønarskipanini fyri borgarar og Taks.

Uppskotið inniheldur fleiri broytingar:

  1. Heimild fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað. Ístaðin skulu persónar, sum hava verið í Føroyum í upp til 60 mánaðir, kunna fáa útgoldið sína eftirløn, hóast teir ikki hava nátt fólkapensjónsaldur.
  2. Taks fær heimild til at flyta inngjøld, sum standa á depotkonto, til góðkendar eftirlønarveitarar, um persónar ikki stovna eftirlønarkonto innan tríggjar mánaðir.
  3. Persónar við eftirlønarskipan uttanlands, sum ikki rinda lógarkravdu upphæddina, kunnu rinda munin í Føroyum.
  4. Møguleiki verður givin til at flyta ella savna saman eftirløn hjá einum veitara.

Treytirnar fyri at fáa eftirløn útgoldna eru, at persónurin hevur uppihildið sær í Føroyum í mesta lagi 60 mánaðir og ikki longur arbeiðir ella hevur uppihald í Føroyum. Taks skal bara eftirkanna treytirnar um tíðarskeið, og skattafrádráttur verður ikki broyttur aftur í tíð.

Fíggjarmálaráðið metur, at broytingarnar fara at lætta um umsitingina og gera tað smidligari at arbeiða við eftirlønarskipanum, sum halda føroyskum krøvum. Lógaruppskotið verður nú viðgjørt í Løgtinginum.