, ,

Svimjihøllin telist nú ‘ímillum tær bestu í Norður­londum’

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Samrøða FM1 hevði við Eyðun Húsgarð, leiðara á Svimjihøllini í Gundadali, við høvi av hátíðarhaldi í dag í sambandi við at tann nýggi langhylurin nú er liðugur. Hylurin letur upp fyri almenninginum týsdagin 5. november.

Eyðun Húsgarð: Hetta betýðir øgiliga nógv. Tú sigur hetta er ein stórur dagur fyri Svimjihøllina í Gundadali. Hetta er ein øgiliga stórur dagur fyri alla Tórshavnar kommunu. Eg vil siga, fyri allar Føroyar og fyri føroyska svimjing og svimjifrálæru og alt er hetta her ein stórur dagur. Tað er ikki á hvørjum degi at ein nýggj svimjihøll letur upp og at vit fáa sovorðnar umstøður sum hesar her, sum eru so væl frágingnar, arkitektoniskt og alt. Tað er heilt fantastiskt, tað er… Eg klípi meg í armin næstan hvønn dag, at hetta er veruleiki.

Búi Tyril: Eitt sum eg legði merki til tá eg var inni her er at tað er einki ekko í høllini.

EH: Nei, her eru øgiliga góð ljóðviðurskifti… Eg havi ikki havt nakað við tað at gera, men eg havi lagt merki til at tað ber væl til at… man kann gott føra eina samtalu tvørtur um hylin. Tað haldi eg er fantastiskt. Tí at her er so øgiliga hart umhvørvi inni, bæði vatnspeglið og alt er betong og flisar og sovorðið, so eg haldi tað er øgiliga gott.

BT: Men so er tað jú softað til við list og øllum møguligum fínum detaljum, so tað sær virkuliga snotiligt út upp á allar mátar. Eg legði eisini merki til at har er nokkso nógv pláss til áskoðarar.

EH: Her er pláss til umleið 600 áskoðarar, kanska meira enn tað. So tað er gott pláss og eisini fyri endan á hylinum, har sum startendin er oman móti Fimi. Har er stórt pláss á gólvinum har, eisini við síðuna av hylinum. Tað er gott pláss. Eg haldi vit øll kunnu vera væl nøgd við hetta her. 

BT: Hvat fer hetta at betýða fyri tann vanliga svimjaran? Nú eru vit nokko nógv sum dáma væl at koma her soleiðis meir ella minni regluliga. Hvat fer hetta at betýða soleiðis?

EH: Tað fer sjálvandi at betýða tað at tað er nógv, nógv betri pláss. Ein stórur trupulleiki sum hevur verið í verandi høll, ella tí gomlu høllini, sum er frá 1982 – eitt fantastiskt handverk, eitt fantastiskt verk tann høllin, teknað av Gunnar Hoydal; Guttesen & Staksberg bygdi ta høllina ella hevði høvuðs arbeiðstøkuna, hugsi eg – ein fantastisk høll, tað var bara for lítið pláss. Hylurin í henni, 25 metur hylurin, hann er ikki størri enn hann sum var í tí gamla svimjihylinum, sum var frá 1959. So tað var sama areal at svimja í, kann man siga. Hesin her hylurin er fýra ferðirnar størri enn tann hylurin inni í verandi høll. So tað fer at merkja eitt øgiliga nógv betri pláss at svimja í. Og tað hevur verið ein stórur trupulleiki. Nógv fólk eru kanska ikki komin at svimja tí tað hevur verið for trongt. Hann er 50 metur langur, men geilirnar eru tveir og ein hálvan metur breiðar, har yviri vóru tær tveir metur breiðar. 

BT: Og so eru tær fleiri eisini.

EH: Ja, her eru 10 geilir. Hetta er olympisk stødd hesin her hylurin hevur. Her eru 10 geilir, hylurin er tveir metrar djúpur allastaðni. So har er nógv pláss at svimja í.

BT: Vissi vit hugsa um altjóða ítrótt og Oyggjaleikir við meira, so er hetta líkasum eitt kliv upp fyri Føroyar. Nú verður man til reiðar við hesum – so kann man hava størri kappingar her?

EH: Øgiliga nógva altjóða kappingar kunnu vera her. Sjálvandi koma Olympiskir Leikir ikki at vera í Føroyum, men europeiskar junior meistarakappingar kunnu í princippinum vera her. Tí hylurin er nóg stórur. Og nógvar norðurlendskar kappingar, Oyggjaleikir. Hetta eru nógv tær bestu umstøðurnar, tori eg at pástanda, sum nakað oyggjaleikaland hevur – tað er her.

BT: Hetta er rættiliga imponerandi eisini upp á nógvar mátar. Eg hoyrdi at onkur maður frá onkrum stórum býi í Englandi, var tað Manchester, helt at hetta var rættiliga imponerandi.

EH: Ja, tað var tá altjóða Oyggjaleika nevndin var her í vár einaferð tá ið Føroyar jú høvdu fingið Oyggjaleikirnar í jólagávu til Oyggjaleikirnar í 2027. Tá kom eg í prát við ein mann, ein sum var frá Isle of Man, og hann búði í Manchester. Hann segði, tey hava ikki eina sovorðna høll í Manchester, og Manchester er also ein av teimum størstu býunum í Englandi.

BT: Tað sigur rættiliga nógv.

EH: Ja, tað má man siga. Eg trúgvi hendan her høllin fer at teljast ímillum tær bestu í Norðurlondum. Hon er faktiskt størri enn tann sum tey vanligu donsku meistaraskapini… svimjihøllin í Bellahøj. Hendan er størri. Hon hevur átta geilir, hendan hevur 10, og eg haldi hendan her er størri og faktiskt betri enn tann.

BT: Her eru nokkso nógvir facilitetir. Kundi tú sagt okkurt um tað?

EH: Ja, her er fyrst og fremst hesin her 50 metur hylurin sum er gjørdur til at geva betri pláss til at svimja í, betri pláss til undirvísing, betri pláss til skúlarnar, betri pláss til alt. So er eitt vælveruøki eisini, við einum heitum hyli, einum sum verður einar 34 gradir, sum serliga kann brúkast til fólk sum hava serligan tørv, kanska eldri fólk sum hava onkrar sjúkur, gikt og hvat veit eg, barnaundirvísing, børn við serligum tørvi. Vit hava fyrispurningar um sovorðið. Her er heitt gosbað, her er eitt dampbað. Og uttanfyri – tað er ikki heilt liðugt enn – har verður ein heitur pottur úti og ein kaldur pottur úti. Og eitt nýtt hitarúm sum er til bæði kynini sum er úti á økinum, har fer man inn í svimjiklæðum.

BT: Tað var ikki smávegis. Hetta man fara at ávirka prísirnar, ella hvat?

EH: Eg vil siga, tann størsta katastrofan er vissi eingin kemur at svimja. So prísirnir mugu ikki vera for høgir. Prísirnir hækka eitt pikkalítið sindur nú, men tað er øgiliga óbetýðiligt, og tað er nógv ár síðan teir eru hækkaðir seinast. Vit arbeiða eisini við onkrum øðrum broytingum til at stramma inn upp á nøkur ting eisini. Men tað kemur ikki at ávirka prísirnar nakað serligt.

BT: Er annars nakað serligt, integratiónin millum tað gamla og tað nýggja — tað verður líkasum opið ímillum og so?

EH: Ja, tað verður opið ímillum. Tað eru tvær gongdir ímillum. Man kemur at uppliva tað sum at man fer inn í eina aðra høll men tað er tvær stórar gongdir ímillum.

BT: Umklæðisrúm, er tað tað sama sum tað hevur verið, ella verður tað nakað nýtt har?

EH: Umklæðisrúmið er tað sama. Vit hava møguleika fyri at gera fleiri skáp, men tað er so ikki gjørt enn. Vit fáa meira enn tvífaldað talið á brúsum, tí at vit hava tikið eitt rúm uppí sum var í verandi høll og gjørt nýggjar brúsur inni har. Men umklæðingarrúmini tey eru ikki broytt. Men tað kann altíð koma. Eg hoyrdi ein klókan mann einaferð siga at eitt skip sum ongantíð var for lítið, tað var for stórt. So verður tað ein varandi trupulleiki, so má man sjálvandi gera okkurt við tað, men eg haldi at man skal bara lata trupulleikan uppstanda fyrst.

BT: Tað virkar næstan sum um at tit rokna við at tað kunnu koma fleiri fólk, at tit fáa fleiri brúkarar kanska til hylin. Tað er væl tað tit hava kalkulerað við?

EH: Tað er sjálvandi endamálið, tað er at fáa fleiri fólk at svimja. Sjálvandi.

BT: Ætla tit at gera nøkur átøk fyri tað, ella kanska hylurin í sær sjálvum fer at líkasum geva tí eitt spark uppeftir?

EH: Ja, hylurin í sær sjálvum fer at geva tí… Tað at tað verður betri pláss… Men sum heild haldi eg at svimjihøllin skal meira vera eitt sovorðið stað har sum fólk bara koma og trívast og hava tað gott uttan at so øgiliga nógv er skipað fyri og… tiltøk. Sjálvandi fara at koma onkur tiltøk her. Men sum heild haldi eg at svimjihøllin bara skal vera eitt sovorðið stað har sum fólk bara koma og alt er sum tað plagar; man møtir teimum somu fólkunum og soleiðis. Tað skal bara ein trivnaðarmiðdepil í Havnini.

BT: Ætla tit at broyta upplatingartíðir ella nakað sovorðið?

EH: Upplatingartíðirnar fara at verða broyttar eitt lítið sindur. Til dømis fer at vera opið út í eitt sunnudag. Vit hava havt stongt frá klokkan tíggju til klokkan tvey sunnudag. Tað fer at verða broytt so tað verður opið út í eitt, og vit arbeiða eisini við at fáa tað opið aftur mánakvøld.