Terji og Magna tikið sæti á tingi fyri Javnaðarflokkin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tvey nýggj andlit vóru at síggja hjá í Løgtinginum í dag, tá ið javnaðarumboðini Terji Beder og Magna E. Mørkøre tóku sæti sum varafólk á tingi.

Hetta er fyrstu ferð, at fuglfirðingurin Terji Beder situr í Løgtinginum. Hann er 33 ár, arbeiðir í Barna- og undirvísingarmálaráðnum og býr í Havn. Terji fekk 145 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.

Terji Beder er varafólk fyri Hans Jacob Thomsen hesa vikuna. Magna Eliana Mørkøre er í Løgtinginum allan mars.