Løkshøll í Runavík byrjar árið við fleiri tiltøkum fyri børn í øllum aldri. Fyrsta tiltakið er Ævintýraferðin við Dánjal og Búa. Teir vitja Løkshøll sunnudagin 12. januar klokkan 15.00 við eini framførslu av søguni um Romeo og Juliu hjá William Shakespeare.
Barnafilmfestivalurin verður frá 17.- til 19. januar í samstarvi við Filmshúsið. Festivalurin byrjar við einari skúlasýning av animatiónsfilminum Úlvafólk, har leikarar fara at ljóðseta filmin við føroyskari talu.
Fríggjadagin 17. januar klokkan 14.00 verður animatiónsfilmurin um Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskógini sýndur. Leygardagin 18. januar verða tvær filmsýningar, ein klokkan 12.00 fyri børn fimm ár ella eldri, og ein klokkan 16.00 fyri tannáringar.
Sunnudagin 19. januar klokkan 14.00 verður heimildarfilmur um ein skúlaflokk í Grønlandi og ein føroyskur animatiónsfilmur um Aldu sýndur. Klokkan 15.00 verður almenn sýning av nýggja filminum hjá Disney, Mufasa Leyvukongur.
Allir filmar á Barnafestivalinum eru á føroyskum, og teir flestu eru ókeypis.