Tingfundurin, sum byrjaði klokkan 9.30, varð beinanvegin niðurlagdur, tí arbeitt verður aftanfyri kulissurnar við málunum um Suðuroyartunnilin og at hækka pensjónsaldurin.
Eftir ætlan skuldi tingfundurin byrja aftur nú klokkan 11. Men løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, boðaði frá, at fundurin enn einaferð varð niðurlagdur. Hesaferð er fundur settur at byrja aftur klokkan 13.
Á skránni í dag eru fýra triðju viðgerðir, millum annað uppskot um at hækka pensjónsaldurin og um Suðuroyartunnilin.