Tingfundurin, sum byrjaði klokkan 9.30, varð beinanvegin niðurlagdur, tí arbeitt verður við broytingaruppskotum.
Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, boðaði frá, at fundurin verður tikin uppaftur klokkan 11.
Á skránni í dag eru fýra triðju viðgerðir, millum annað uppskot um at hækka pensjónsaldurin og um Suðuroyartunnilin.