,

Tingmaður spyr um friðingar av fiskileiðum virka eftir ætlan

Skrivað

FM1

Dagfesting

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, fyrispurning um friðingar og stongdar fiskileiðir, og um tær tæna sínum endamáli.

“Í mong ár hevur verið friðað ella stongt á reellum fiskileiðum á føroyska landgrunninum,” segði Bárður á Lakjuni. “Summar reellar fiskileiðir, serliga hjá troli, hava verið friðaðar í mong ár, og sum skilst so verður framvegis og framhaldandi friðað ella stongt antin partvíst ella fullkomiliga.”

“Áhugavert hevði verið at fingið at vita hvør hugsanin og endamálið handan hesa friðing er, og um tað ber til at fáa sligið fast at friðingarnar tæna sínum endamáli,” legði Bárður á Lakjuni afturat.

“Tískil verða hesir spurningar settir avvarðandi landsstýrismanni: Hví verða fiskileiðir friðaðar ella stongdar? Hvussu stórur prosentpartur av reellu fiskileiðunum á landgrunninum eru fullkomiliga ella partvís friðaðar ella stongdar fyri trol? Hvørjar søguliga góðar fiskileiðir til trol hava verið friðaðar ella stongdar longst? Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar?”

Síðan spurdi tingmaðurin: “Ber til at dokumentera at virknaðurin á friðaðum ella stongdum leiðum er positivur – tað vil siga, at átøkini virka eftir ætlan?”