Tjóðveldi velur nýtt landsstýrisfólk hesa vikuna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tjóðveldi fer helst at velja nýtt landsstýrisfólk í fiskivinnumálum hesa vikuna, eftir at Dennis Holm legði frá sær. Tað veit Kringvarpið at siga.

Keldur, sum Kringvarpið hevur tosað við, siga, at nýtt landsstýrisfólk verður helst ein úr tingmanningini.

Í tinginum fyri Tjóðveldi eru í løtuni Eirikur í Jákupsstovu, Annika Olsen, Hervør Pásldóttir, Bjørt Samuelsen, Liljan Weihe og Dennis Holm, sum kom aftur í tingið eftir at hava lagt frá sær sum landsstýrismaður.

Forkvinna í Tjóðveldi, Sirið Stenberg skrivar í sms-boðum til Kringvarpið, at hon vónar, at alt er avgreitt innan eina viku.

Dennis Holm bað løgmann loysa seg úr starvinum sum landsstýrismaður hósdagin í farnu viku, eftir at Landsstýrismálanevndin kunngjørdi, at Dennis Holm hevði ikki neyðuga lógarheimild til at broyta kunngerðina um fiskiskapin eftir svartkjafti í 2024.