Tónlistaliga fyribrigdið Tobias Rahim fer á sína fyrstu norðurlendsku konsertferð, og heppin eru vit, at leiðin gongur til Føroya. Við sær í ryggsekkinum hevur hann meira enn eina hálva milliard stroymingar, 4 útseldar stadionkonsertir, og so er hann frekkur sum frensurin á pallinum. Poppkongurin framførir við Tjarnir 25. oktober.
25. oktober verða dyrnar við Tjarnir latnar upp til eina sanna tónleikaveitslu. Tá kemur hin legendariski Tobias Rahim at spæla fyri okkum, og harumframt fáa vit eina rapp veitslu við Svangah.
Tobias Rahim er eitt mentanarligt orkuverk. Hann hevur bergtikið fjøldirnar við djørvum framførslum, har hann er húðleyst erligur, yvirlegin og sárbærur — alt í einum. Methittið “Stor Mand” hevur sett sín tunga dám á bæði lurtarar og stroymingstænastur, eins og hittið “Mucki Bar”. Tobias heldur fram við at endurdefinera, hvat eitt popplistafólk kann vera — bæði tekstliga, tónlistaliga og sjónliga.
Nú setur hann kósina norðureftir, so nýggjar áhoyrarafjøldir sleppa at uppliva ráu orkuna, sum hevur gjørt Tobias til fólkaogn í Danmark. Leiðin gongur um Svøríki, Noreg, Grønland, Føroyar og endar heima aftur í Danmark.
Fyri stuttum gjørdi Tobias eina endurinnspæling av lagnum “Stor Mand” saman við svenska tónleikaranum Victor Leksel (sum hevur yvir 10 milliónir stroymingar), og hann hevur eisini givið út lagið “Tæt På” saman við norsku Delara. Hetta lagið er nú av álvara farið at gera um seg á stroymingstænastunum.
Í 2022 framførdi Tobias Rahim á Voxbotn. Tá bjóðaði hann Marius DC á pall við sær, og saman høvdu teir eitt brak av einari framførslu. Tobias er so hugtikin av Føroyum, at hann seinni í ár gevur út lagið “Tórshavn Rave”, og sjónbandalagið er eisini upptikið í Føroyum.
Afterparty við Svangah aftaná
Aftaná konsertina við Tobias Rahim verður huglagið hamskift, tá okkara yndisrapparar fara at tendra ballið. Við mongu ónærisligu hittum teirra fara vit rópandi og hoppandi inn í tað, sum óivað verður ein ógloymandi nátt.
Síðani útgávuna Belials Synir (2011) hava dreingirnir í Svangah verið okkara yndis rappbólkur, og sama hvar teir spæla — og fyri hvørjum — er úrslitið tað sama: Alt gongur amok á tann mest lívsjáttandi mátan, tú kanst ímynda tær!
Atgongumerki fyri serprís fyrstu 48 tímarnar
Hósdagin 5. juni kl. 10:00 ræður um at vera til reiðar, tí tá verða atgongumerkini sett til sølu. Tú keypir tey á eventz.fo & tjarnir.fo , og fyrstu 48 tímarnar fáast tey fyri serprísin kr. 595 umframt avgreiðslugjald.
Tað verða Tobias Rahim og Svangah. Tað verður 25. oktober við Tjarnir. Tað verður sjúkt.
