Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runvíkar kommunu, heldur fram sum formaður í Kommunufelagnum. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er nýggj næstforkvinna. Tað gjørdist greitt, tá ið teir 29 borgarstjórarnir í morgun hittust á fyrsta fundinum í Kommunufelagnum í nýggja valskeiðnum.
Hini í formansskapinum eru Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur fram sum formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, KAF, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Eysturkommunu, er næstformaður. Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, er nevndarlimur í KAF.
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, er forkvinna í nevndini fyri Barnaverndarstovuna, og Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, er næstformaður. Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, er nevndarlimur.