Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Steffan Klein Poulsen skrivar, í lesarabrævið. at Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk við ósannindum um eitt uppskot, sum Steffan Klein Poulsen, Helgi Abrahamsen og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir hava lagt fram.

Hann sigur, at uppskotið ikki snýr seg um at knúsa net-monopoli hjá SEV, sum Torbjørn Jacobsen førur fram. Hann vísir eisini á, at uppskotið er sambært semjuskjalinum, sum Torbjørn Jacobsen, vegna Kommunufelagið, sjálvur hevur skrivað undir.

Steffan frábiður sær at vera undirlagdur at vilja knúsa SEV og byrja eina solidariska jarðarferð.

Les alt lesarabrævið hjá Steffani Klein Poulsen


Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk

Í gjár skrivaði Torbjørn Jacobsen eitt lesarabræv, har hann ferð eftir ferð undirstrikaði at Helgi Abrahamsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og undirritaði hava lagt uppskot fram, sum er byrjanin til solidarisku jarðarferðina hjá SEV.

Hetta er beinleiðis ósatt, tí uppskotið sum vit trý hava lagt fram í Løgtinginum, er tað sama, sum Torbjørn útgreinar í mynd 1:

Hetta er sambært semjuskjalinum, sum Torbjørn, vegna Kommunufelagið, sjálvur hevur skrivað undir. Og hetta er eisini tað sum vit trý hava lagt fram.

Av onkrari orsøk, sum eg ikki kenni til, so manipulerar Torbjørn allar føroyingar til at halda, at uppskotið snýr seg um at knúsa net-monopoli hjá SEV, sum á mynd 2:

Hetta er ikki ætlanin og hesum taki eg ikki undir við.

Onkur hevur víst á ein setning í lógartekstinum í okkara uppskoti, har eitt orð møguliga manglar, men tað rættvísgerð á ongan hátt, at Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk á henda hátt.

Eg frábiði mær at vera undirlagdur at vilja knús SEV og byrja eina solidariska jarðarferð.

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður