– Eg tori at pástanda, at vandamiklasta hóttanin í heiminum er hvørki fátækradømi, hungur ella veðurlagsbroytingar, sum tó eru ræðandi og oyðandi. Men tað er trot á góðum demokratiskum leiðarum. Oddamonnum og -kvinnum sum evna at savna, at leiða rætt og rættvíst – og at byggja brýr ímillum seg og mótpartin, ella fíggindan. At laða steinar soleiðis, at tað styrkir fólkaræðið.
Tað segði Bjørt Samuelsen millum annað í røðu á friðarráðstevnu, sum var í Løkshøll í Runavík mánadagin.
Í røðuni legði hon dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at leiðarar brúka sítt vald til at savna og skapa semju, heldur enn at styrkja egna støðu og tryggja seg við ryggklapparum.
Hon ávaraði um, at vald fyri valdsins skyld kann føra til mistreysti á fólkaræðið og samfelags skipanirnar.
– Vit síggja alt ov ofta, at leiðarar ikki velja tey mest kompetentu til at fremja fólksins besta, men heldur tey, sum tryggja teirra egna vald, segði hon og vísti á, hvussu hetta kann leiða til polarisering og gjáir millum fólkið.
Bjørt Samuelsen vísti eisini á týdningin av friðarrørslum og felagsskapum, sum stríðast fyri samskifti og fólkaræði. Hon undirstrikaði, at Føroyar longu hava víst, at vit megna at standa saman, bæði í politiskum kjaki og í friðargongum.
– Vit hava prógvað, at vit kunnu savnast um felags mál og føra kjak við orðum heldur enn vápnum,” staðfesti hon.
At enda legði løgtingsforkvinnan áherðslu á ábyrgdina, ið bæði leiðarar og borgarar hava í stríðnum fyri einum virðiligum og friðarligum samfelagi.
– Tá ið einstakir valdspersónar kunnu elva til ósemjur og hatur, kunnu vit í felag skapa kærleika, vón og styrki, segði Bjørt at enda í røðuni, har hon eggjaði fólki til at gera ein mun, bæði sum einstaklingar og sum tjóð.