Tryggan, góðan og innihaldsríkan dag í barnagørðunum – hvønn dag

Skrivað

FM1

Dagfesting

Vit skulu betra um trivnaðin og umstøðurnar í barngørðunum, soleiðis at starvsfólkini fáa bestu møguleikarnar at skapa ein tryggan, góðan og innihaldsríkan dag fyri børnini, hvønn dag.

Tórshavnar býráð stendur við eitt borðreitt borð við átøkum, sum vit kunnu og eiga at seta í verk á dagstovnaøkinum fyri at betra um trivnaðin hjá børnunum, námsfrøðingum og hjálparfólkum.

Starvsfólkini á økinum, arbeiðsbólkar og onnur hava greitt væl og virðiliga frá hesum átøkum í áravís.

Fyrst og fremst mugu vit tí taka støðuna í álvara og bróta tøgnina, sum í alt ov stóran mun valdar um økið. Og so mugu vit handla.

Hava vit veruliga ráð at lata vera?

Meira tíð til børnini og tíð til annað arbeiði

Alt meðan orka eigur at verða løgd í útbúgving innan námsfrøði og førleikamenning annars, mugu vit samstundis betra um trivnaðin hjá verandi starvsfólki.

Vit skulu seta meira tíð og tímar av til børnini. Tí skulu leiðarar, køksfólk og reingerð ikki telja við í barnatímunum/normeringini. Harafturat skal grundnormeringin hækka.

Fleiri tímar skulu eisini játtast afturat vanligu normeringini til annað arbeiði. Starvsfólkini fáa harvið meira tíð til fyrireiking, umhugsni og til annað arbeiði enn tað, sum er saman við børnunum.

– uttan at tað skal merkja, at færri námsfrøðingar og hjálparfólk eru hjá børnunum, tá hetta arbeiði fer fram.

Fysisku umstøðurnar mugu vera betri

Fysisku umstøðurnar á stovnunum mugu vera góðar, tað eru tær ikki allastaðni í dag. Barnagarðarnir í Tórshavnar kommunu eru í miðal 35 ár. Alt ov lítið verður játtað til viðlíkahald, og støðan er hareftir.

Barnagarðarnir eiga at fáa munandi meira játtan til viðlíkahald og dagføringar av bæði inni- og útiøkjum, harafturat eiga barnabólkarnir at gerast smærri.

Tryggan, góðan og innihaldsríkan dag, hvønn dag, til øll børn

Øll børn hava rætt til ein tryggan og góðan dag, og tí mugu tímar og umstøður annars vera nøktandi, soleiðis at starvsfólkini á økinum hava møguleika at tryggja børnunum hetta. Eisini børnum við serligum tørvi.

Hóast tørvurin til eyka tímar vegna serligan tørv er nógv vaksin síðstu árini, hevur játtanin ligið støðugt á 10 mió. kr. um árið. Harafturat hevur lønarvøksturin verið stórur. Úrslitið er, at fleiri børn ikki verða loftað, og hesum kunnu vit ikki liva við.

Játtanin til stuðulstímar til børn við serligum tørvi skal í minsta lagi vera 15 mió. kr. um árið.

Børnini eru tað dýrabarasta vit hava.

Geva vit teimum eitt gott og trygt barnalív, so fylgir hetta teimum restina av lívinum sum ein góður og sterkur grundvøllur. Hetta er alneyðugt fyri góða heilsu, trivnað og styrki seinni í lívinum.

Barnagarðsøkið er aftur úr siglt, og nú mugu munandi fleiri pengar inn á økið. Omanfyri eru nøkur av átøkunum, sum mugu setast í verk alt fyri eitt.

Vit hava ikki ráð at lata vera.

Komandi árini mugu kjarnuuppgávurnar í fokus.

Vit mugu hava nýggja leiðslu í Tórshavnar býráð.

Elsa Berg

Valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu