Tveir møguleikar at yvirtaka landslæknaembætið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein arbeiðsbólkur hevur í áliti lagt fram tveir møguleikar at yvirtaka Landslæknaembæti.

Fyrri møguleikin er at yvirtaka eftirlitsuppgávur, líkskoðan og onnur arbeiði, men lata autorisatiónsøkið verða verandi hjá donskum myndugleikum.

Seinni møguleikin er at yvirtaka allar uppgávur, eisini autorisatiónsøkið. Báðir møguleikar hava ein mettan kostnað á umleið 4,1 millión krónur, og tað væntast ongar stórar avbjóðingar, tí flest heilsustarvsfólk hava danska ella norðurlendska autorisatión.

Harumframt verður møguleikin at yvirtaka onnur heilsuøki nevndur, so sum sjúklingarættindi og tvingsil, sum longu verða umsitin í Føroyum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur fingið handað álitið um møguliga yvirtøku av Landslæknaembætinum. Hon fer nú at viðgera niðurstøðurnar saman við landsstýrinum og samgonguflokkunum og taka støðu til málið seinni í vár.