Ukrainar torført at fáa atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ukrainsk flóttafólk hava torført við at fáa atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin. Tað kemur fram í svari hjá Bjarna Kárason Petersen, landstýrismanni í útlendingamálum, upp á fyrispurning frá Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin.

271 umsóknir um uppihaldsloyvi eru latnar inn eftir Ukraina-serlógini, og 249 hava fingið uppihaldsloyvi. Av hesum eru 142 kvinnur, 34 menn og 73 børn.

Umleið 183 ukrainar eru nú búsettir í Føroyum, har tey flestu búgva í Tórshavn og onnur á Skálafjørðinum, í Klaksvík, á Tvøroyri, í Skálavík og í Fuglafirði.

Í løtuni fáa 64 av teimum burturriknu ukrainunum fyribils uppihaldsveiting, sambært Almannaverkinum. Tað gongur ikki væl hjá teimum at fáa arbeiði.

Teir, ið duga enskt ella eitt sindur av føroyskum, hava betri útlit, meðan manglandi málførleikar og fyribils uppihaldsloyvi forða fyri at fáa fast starv. Kropliga heilsan og sálarheilsan hjá ukrainunum og familjum teirra ávirkar eisini arbeiðsútlit teirra.

Fleiri arbeiðsgevarar hava víst vælvild við at seta ukrainar í starv, men tað er tørvur á fleiri. Almannaverkið upplýsir, at hjá teimum arbeiðsgevarum, ið hava víst vælvild, riggar tað sera væl at hava ukrainar í starvi

Ein frágreiðing, sum Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði hevur gjørt, vísir, at ukrainar hava somu avbjóðingar í Føroyum sum í øðrum londum.

Frágreiðingin vísir, at ukrainar eru væl nøgdir og takksamir fyri hjálpina og blíðskapin í Føroyum.

Frágreiðingin vísur eisini á, at summir ukrainar stríðast við sálarligar avbjóðingar, arbeiðsloysi og manglandi bústað.


Mynd: Reyði Krossur Føroya