,

Undrast yvir víð­gongd­ar frið­ingar

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Tað er væl kent at forlongdar friðingar á landleiðini hava í áratíggju skert vinnumøguleikarnar fyri heimaflotan, og mong innan fiskivinnuna meina at víðgongd vernd av fiskastovnum kann vera ein orsøk til ta niðurlaging av heimaflotanum vit hava verið vitni til.

“Áttu søguliga frægar fiskileiðir sum hava verið stongdar/friðaðar í mong, mong ár, ikki at verðið opnaðar aftur – ið hvussu er partvís í eini royndartíð?” spyr tingmaðurin Bárður á Lakjuni í einum §52a fyrispurningi til Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnu-og samferðslumálum.

“Hvør er høvuðsætlanin við at friða og steingja?” spyr løgtingsmaðurin víðari. “Er tað ikki eitt sindur løgið fullkomiliga at friða og steingja frægar fiskileiðir í áratíggju og ikki at lata upp aftur?”

“Flestu friðingar hava verið óbroyttar síðani í 1990unum, og summar friðingar eru væl eldri enn tað,” vísir fólkaflokstingmaðurin á í viðmerkingum til fyrispurningin, og heldur fram:

“Staðfestast kann at friðingarnar fyri trolfiskiskap eru sera umfatandi, og tað sýnist at vera torført at reka løngevandi vinnu. Sum steinur oman á byrðu vórðu friðingar í Kassa I norður úr Mykinesi og í vestara parti av Geiranum longdar í mun til tað sum tær plaga at vera. Hesar friðingar komu sera illa við hjá einum parti av fiskiflotanum, sum longu er sera sperdur. Spurningurin er so um sama skil verður í 2025 sum tað var í ár. Hetta eigur vinnan í øllum førum at fáa at vita. Tað er eisini upp á sítt pláss at spyrja nærri um friðingar og steingingar í heila tikið. Stór øki sum søguliga sæð hava verið frægar fiskileiðir fyri millum annað trolveiðu, hava verið stongd í langa tíð, ja, í fleiri áratíggju í nógvum førum. Átti partur av hesum økjum ikki at verið opnaður aftur í minsta lagi í eini royndartíð? Ella verður friðað og stongt við tí fyri eyga at hesi øki ongantíð skulu latast upp aftur?”

Fyrispurningurin ið Bárður á Lakjuni setti landsstýrismanninum ljóðar soleiðis:

Evni: Forlongdar friðingar á landleiðini
Spurningar:
1. Verður friðingin í Kassa I norður úr Mykinesi longd í 2025 á sama hátt sum hon bleiv í ár?
2. Verður friðingin í vestara parti av Geiranum norður úr Fugloynni longd í 2025 á sama hátt sum hon bleiv í ár?
3. Áttu søguliga frægar fiskileiðir, sum hava verið stongdar/friðaðar í mong, mong ár, ikki at verðið opnaðar aftur – ið hvussu er partvís í eini royndartíð?
4. Hvør er høvuðsætlanin við at friða og steingja? Er tað ikki eitt sindur løgið fullkomiliga at friða og steingja frægar fiskileiðir í áratíggju og ikki at lata upp aftur?

“Í svari upp á §52a fyrispurning í september í ár segði landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum at í dag eru umleið 56 prosent av leiðunum innan fyri 300 metrar dýpi stongdar fyri veiði við troli alt árið, undantikið trolbátar sum hava loyvi at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið,” staðfestir tingmaðurin víðari í sínum viðmerkingum til fyrispurningin.

“Um gýtingarfriðingarnar verða lagdar afturat, so eru umleið 69 prosent av økinum innan fyri 300 metrar dýpdarkurvina heilt ella partvíst friðað fyri trolveiði,” staðfestir hann víðari.