Uppihaldsloyvini hjá ukrainum verða longd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingið samtykti fríggjadagin lógaruppskotið frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, um at geva møguleika til at leingja uppihaldsloyvini hjá burturriknum ukrainum, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini, til tann 17. mars 2026. Tað skrivar Løgmálaráðið á heimasíðu síni.

Lógaruppskotið var einmælt samtykt við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Upprunaliga vóru uppihaldsloyvini galdandi til 17. mars 2024. Freistin varð síðan longd. Núgaldandi uppihaldsloyvir ganga út tann 17. mars 2025.

Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tørv á fyribils vernd í øðrum londum. Føroya landsstýri metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2026.

Í Føroyum hava vit eitt mark á 250 fyribils uppihaldsloyvir til burturriknar ukrainar. Útlendingastovan upplýsti í november 2024, at í alt 242 ukrainar hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað snýr seg um 138 kvinnur, 34 menn og 70 børn. Umleið 49 av hesum eru farin av landinum aftur.

Móttøkan av burturriknum ukrainum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. Landsstýrismaðurin í lógarmálum heldur tí, at ongin stórvegis vansi er við at leingja tíðarskeiðið, ukrainarnir kunnu verða í Føroyum.