Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, finst í lesararbrævi harðliga ætlanunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Dennis Holm. Hon sigur, at ætlanin um at javna út inntøkurnar í fiskivinnuni fer at knúsa norðurøkið sundur og elva til arbeiðsloysi, serliga í útjaðaranum.
Elsebeth Gunnleygsdóttur heldur, at uppskotið er merkt av øvundsjúku og sosialismu, og at tað er eitt álop á privata vinnulívið, sum heldur lív í økinum uttan fyri miðstaðarøkið. Hon spyr, hví fiskivinnan skal hava øðrvísi treytir enn aðrar vinnur í landinum, og vísir á, at útlendingar eiga í teimum størstu fyritøkunum í Føroyum uttan at tað verður mett sum ein trupulleiki.
Hon heitir á Eyðgunn Samuelsen úr javnaðarflokkinum og Eirik í Jákupsstovu úr Tjóðveldi um at taka støðu til málið og minnir eisini á, at Tjóðveldisflokkurin í Norðoyggjum fyrr var ein fiskimannaflokkur.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur endar við at spyrja, um dugnaskapur veruliga er vorðin ein synd í Føroyum.
Les alt lesarabrævið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Er dugnaskapur veruliga vorðin ein synd?
Undan valinum bleiv sagt, at ríkidømi skuldi út í hvønn krók. Men ikki varð sagt – helst við vilja – at tað ikki skuldi ov nógv út í hvønn krók. Krókarnir skuldu bara leskast, so teir so dánt yvirlivdu. Tað verður úrslitið, um ætlanin hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, verður førd út í lívið. Harafturat fer uppskotið, sum tað fyriliggur, at knúsa norðurøkið sundur.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, vil javna út, so eingin skal tjena ov nógv. Hann vil taka frá onkrum, sum eftir hansara tykki hevur ov nógv og geva til onkran, sum eftir hansara tykki hevur ov lítið.
Fiskivinnan skal bara hava eina hampiliga inntøku, sum hon so dánt við sparsemi kann yvirliva. Eingin skal blíva stórur og sterkur.
Við hesi ætlan koma fólk, bæði á landi og umborð á skipum, at missa arbeiði – serliga í útjaðaranum. Tað verður ikki ráð til nútímansgerð.
Eitt álop á okkum øll – serliga útjaðaran
Uppskotið er eitt úrslit av øvundsjúku blandað við sosialismu. Øvundsjúku um, at privata vinnulívið tjenar pengar og klárar seg væl. Og tað dámar ikki sosialistum.
Hetta er ikki so yvirraskandi, tí samgongan er jú blóð etandi reyð. Ongin skal eiga nógvar pengar, og eftir teirra metan hava pengarnir tað best í landskassanum.
Tó vita tey í samgonguni illa nokk, at tað, tey gera, er ikki gott fyri nakran.
Tað, sum heldur lív í økinum uttan fyri miðstaðarøkið er privata vinnan. So hetta er ikki bara álop á fiskivinnuna, sum gagnar okkum øllum, men eisini eitt álop á útjaðaran.
Bara fiskivinnan fær skot fyri bógvin
Kundi hugsa mær at vita, hví fiskivinnan skal hava so nógv øðrvísi treytir, enn allar aðrar vinnur í landinum?
Vit hava trý stór alifeløg í Føroyum, tvey stór oljufeløg, tvey stór telefeløg, tvey stór tryggingarfeløg, trý stór flutningsfeløg, trý stór handilssamtøk og tveir stórir bankar. Hetta eru stór og sterk feløg, sum standa seg væl og tjena pengar. Kanska okkurt av hesum feløgum ikki skulu kenna seg alt ov trygg. Hvør veit – kanska verður okkurt teirra tað næsta í rekkjuni, sum sosialistarnir í landsstýrinum vilja petta sundur?
Útlendingar eiga í teimum størstu fyritøkunum í Føroyum, og eingin sigur nakað um tað. Uttan í fiskivinnuni. Bara har er tað ein trupulleiki.
Hvar eru tit, sum lovaðu?
Undan valinum bleiv sagt, at ríkidømi skuldi út í hvønn krók. Men ikki varð sagt – helst við vilja – at tað ikki skuldi ov nógv út í hvønn krók. Krókarnir skuldu bara leskast, so teir so dánt yvirlivdu.
Tað verður úrslitið, um ætlan landstýrisins verður førd út í lívið. Hendan ætlanin fer at knúsa norðurøkið sundur.
Eyðgunn Samuelsen og Eirikur í Jákupsstovu – hvar eru tit í øllum hesum? Tá eg var ung, var Tjóðveldisflokkurin í Norðoyggjum ein fiskimannaflokkur. Heilt ærligt – tit vita, hvussu útjarðarin má stríðast. Tit vita betri – og hví tíma tit so at standa model til hetta? Eru tit veruliga við í hesi ráðagerð?
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin