Útbúgvingarskeið hjá bilsmiðjum, elektrikarum og húsasmiðum býtast í styttri partar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sendi í seinastu viku uppskot til kunngerð um yrkisútbúgvingar innan bilsmið, elektrikara og húsasmið til hoyringar.

Uppskotini um broytingar í kunngerð snúgva seg um at broyta skipanina av skúlaskeiðum í hesum trimum fakum.

Skeiðini verða nú býtt upp í styttri partar, samsvarandi tí sum longu er galdandi fyri smiðjuútbúgvingarnar.

Freistin at lata viðmerkingar er sett longu til 30. mai 2025, og er stytt frá vanliga fýra vikunum niður í tvær, tí málið hevur skund.

Kunngerðirnar hava heimild í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.