Uttanlandsnevndin fær greiðari heimildir at fáa kunning

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Uttanlandsnevndin fær nú greiðari heimildir til at fáa kunning frá løgmanni og landsstýrisfólki. Tað er kjarnin í uppskotinum um broyting í Tingskipanini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, Jóhannis Joensen og Bjørt Samuelsen øll úr Formansskapinum hava lagt fyri Løgtingið.

Broytingin leggur upp til, at nevndarformaðurin ella ein meiriluti í Uttanlandsnevndini kann boðsenda løgmann ella landsstýrisfólk til fundar við nevndina, har kunning um ávís mál verður givin.

Somuleiðis kann nevndin heita á løgmann ella landsstýrisfólk um at lata skrivliga kunning, uttan at hetta krevur fund.

Í almennu viðmerkingunum verður greitt frá, at tørvur er á meira regluligari kunning um viðurskifti í uttanríkismálum.

Endamálið við broytingini er at tryggja, at Uttanlandsnevndin hevur formligar heimildir til at fáa hesar upplýsingar frá landsstýrinum.

Broytingin í Tingskipanini kemur í gildi ólavsøkudag 2025.