Vatntrot á Stykkinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvívíkar kommuna heitir á borgarar á Stykkinum at spara upp á vatnið, so leingi sum frost er.

Av nógva kuldanum, sum hevur ligið í nakrar vikur nú, eru rørini, sum liggja til reinsiverkið á Stykkinum, fryst. Tí hevur kommunan verið noydd at fáa sløkkiliðsbilin at pumpa vatn úr Breiðá á Stykkinum og niðan í brunnin. Tí verða fólk á Stykkinum biðin um at kóka vatnið.

Av tí at tað frystir enn, so ber bert til at pumpa vatn í nakrar tímar, tí slangurnar frysta. Tí má kommunan skrúva fyri vatninum um næturnar, so leingi sum frost er. Byrjað varð longu í nátt, og komandi dagarnar verður skrúvað fyri vatninum frá klokkan 24.00 til klokkan 6.00 á morgni.

Kommunan heitir á borgarar um at fylgja hesum áheitanum og at gera neyðug tiltøk til at tryggja, at tey hava nóg mikið av reinum vatni.