Veljarakanning: Fólkaflokkurin 11 tingfólk – Samgongan ein frammaná

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, vísir, at sitandi samgongu hevði havt stóra afturgongd og mist meirilutan um løgtingsval var nú.

Samgongan hevði einans fingið tólv tingfólk, meðan andstøðan hevði fingið 21.

Serliga hevði Javnaðarflokkurin fingið ein ordiliga frammaná og hevði mist fýra tingsessir, um val varð hildið í dag. Javnaðarflokkurin fær nú bert 14,5 prosent av atkvøðunum og gongur aftur við 12,1 prosentstigum.

Hinvegin hevur Fólkaflokkurin eina óvanliga stóra framgongd, og 34 prosent av veljarunum siga seg nú velja flokkin. Fólkaflokkurin hevði fingið heili ellivu tingsessir, sum er fimm fleiri enn nú. Hetta er søguligt, tí ongantíð áður hevur ein flokkur fingið so stóra undirtøku í eini veljarakanning.

Tilsamans missa samgonguflokkarnir seks sessir. Tjóðveldi gongur aftur við 2,9 prosentstigum og hevur nú 14,8 prosent av atkvøðunum. Tjóðveldi hevði mist eitt tingfólk og hevði havt fimm fólk á tingi.

Framsókn hevði fingið 7,3 prosent av atkvøðunum og hevði mist eitt tingfólk.

Sambandsflokkurin fær 22,2 prosent og gongur eitt sindur fram samanborið við seinasta val. Tað hevði givið flokkinum eitt tingfólk afturat, og høvdu átta sambandsfólk komið á ting.

Hjá Miðflokkinum eru smáar broytingar, men flokkurin stendur seg betri enn í undanfarnu kanning. Hann hevði varveitt síni tvey tingfólk.

Sjálvstýri fær hinvegin ógvuliga lága undirtøku við bert 1,2 prosentum av atkvøðunum.


Veljarakanning 26. mai 2025 (Portalurin og spyr.fo)

ProsentTingfólk
Veljarakanning
Løgtingsval
2022
Veljarakanning
Løgtingsval
2022
Fólkaflokkurin34,0%18,9 %116
Sambandsflokkurin22,2%20,0%87
Javnaðarflokkurin14,5%26,6%59
Sjálvstýri1,2%2,7%00
Tjóðveldi14,8%17,7%56
Framsókn7,3%7,5%23
Miðflokkurin5,9%6,5%22

Kanningini var gjørd mánadagin 26. mai. 500 fólk svaraðu.