Veljarakanning: Fólkaflokkurin og sambandsflokkurin meirilutan á tingi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í einari nýggj veljarakanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portain, fáa andstøðuflokkarnir meirilutan á tingi, um val hevði verið í dag. Fólkaflokkurin fær 28,5% av atkvøðunum og 9 tingsessir, meðan Sambandsflokkurin fær 23% og 8 tingsessir.

Javnaðarflokkurin missir atkvøður og fær 19,6% og 7 tingsessir. Tjóðveldi hevur stabiliserað seg og fær 17,1% og 6 tingsessir.

Framsókn fær 5,3% og 2 tingsessir, meðan Miðflokkurin fær 4,1% og 1 tingsess. Sjálvstýrið fær ikki umboðan á tingi við 2,4%.

Núverandi samgonga fær 15 sessir, meðan andstøðan fær 18 sessir.



Veljarakanning sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin

FlokkurAtkvøður Tingsessir
Fólkaflokkurin28,5 %9
Sambandsflokkurin23 %8
Javnaðarflokkurin19,6 %7
Tjóðveldi17,1 %6
Framsókn5,3 %2
Miðflokkurin4,1 %1
Sjálvstýrið2,4 %0