Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag havt ávegis ráðførslu við løgtingsins uttanlandsnevnd um verjusemju millum flokkarnar á Fólkatingi um Arktis og Norðuratlantshav.
Trygdar- og verjumál verða viðgjørd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark. Føroyski trygdarpolitikkin fevnir um frið og støðufesti og samstarv við sameindu og NATO um trygd í norðurhøvum.
Danmark setur 50 milliónir krónur av til felags ætlanir komandi átta árini. Føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at útinna uppgávur í samband við semjuna.
Ein uppfylgjandi semja verður væntandi seinni í vár. Flestu viðurskifti í semjuni viðvíkja ætlanum um raðfestingar í Grønlandi, men ávís viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru eisini við.
Føroyskir myndugleikar skulu taka lut í verjupolitiskum átøkum á bæði strategiskum og operativum stigi.
Nevnt er, at Føroyar, Grønland, Danmark og møguliga onnur fara at kanna møguleikarnar at leggja nýggjan samskiftiskaðal.
Dentur er á týdninginum av samstarvi við Vørn í sambandi við virksemi hjá donsku sjóverjuni við í føroyskum sjógvi.
Viðurskiftini skulu viðgerast í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum og um neyðugt leggjast fyri Løgtingið til avgerðar. Talan er um ein drúgvan tíðarkarm fyri íverksetan av átøkunum, men ætlanin er at virka fyri, at tey viðurskifti, sum viðvíkja føroyskum myndugleikum, verða útint skjótt.