Atlantic Airways hevði eitt avlop upp á 27,3 milliónir krónur í 2024. Úrslitið var lægri samanborið við árið fyri, tá ið tað var 35,8 milliónir krónur.
Samlaðu inntøkurnar vuksu úr 832 milliónum krónum upp í 860 milliónir krónur. Felagið hevði 369.000 ferðandi – eitt tal, sum er á sama støði sum undanfarna ár.
Verkfallið, saman við innkalling til umvæling av motorum og broytingum í ferðaætlanini, ávirkaði fíggjarliga úrslitið.
Hátøkniligi similatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, er nú virkin. Við simulatorum til flogfør og tyrlur verður fíggjarstøðan styrkt, og felagið ætlar eisini at styrkja rutunetið í 2025 við fleiri fráferðum og hægri ferðafólkatølum.
Tyrluvirksemið hjá Atlantic er ein týðandi partur av tilbúgvingini í Føroyum, Í fjør fleyg tyrlan 812 tímar og var boðsend 54 ferðir til leiting og bjarging.
Atlantic bjóðar serprísir til ungdóm og lesandi við Sveiggj, og í fjør vóru seldir 24.000 Sveiggj-ferðaseðlar.
Atlantic Airways flýgur beinleiðis úr Føroyum til 12 ymisk ferðamál í Evropa: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, London, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria og Tenerife.
Somuleiðis flutti Atlantic Airways leikarar og fjepparar beinleiðis til Berlin og Basel í sambandi við hondbóltskappingar.
Virksemið hjá flogfelagnum fevnir nú eisini um Hotel Vágar, sum í fjør læt upp eftir høvuðsumvæling við nýmótans hentleikum.