Vestanstevna við kappróðri í Sørvági um vikuskiftið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vestanstevnan verður í Sørvági um vikuskiftið.

Skráin er fjølbroytt við skrúðgongu, tónleikakonsertum, kappróðri, listaframsýningum, barnadiskoteki og nógvum øðrum.

Vestanstevnan byrjar fríggjadagin við skrúðgongu heim á Stakka, har varaborgarstjórin Jón Joensen setur stevnuna. Eisini verður konsert og barnadiskotek fríggjakvøldið.

Leygardagin er rennikapping, kappróður, fótbóltskapping fyri børn, konsertir og føroyskur dansur og nógv annað.

Sunnudagurin endar stevnuna við kvøldsetu og felagssangi, yrkingaupplestri og modelbátum í ánni.

Blaða í Vestanstevnuskránni niðanfyri ella les hana her