Á ráðstevnu í sambandi við Faroexpo varð dentur lagdur á týdningin av marknaðaratgongd og altjóða avtalum.
Vinnuhúsið vísti í framløgu á ráðstevnuni á, at Noreg hevur betri atgongd til asiatiskar marknaðir enn Føroyar.
Ein samanbering vísir, at Noreg útflytir fleiri fiskavørur til Asia, og føroyskir útflytarar hava áhuga í at økja útflutningin til lond sum Suðurkorea. Men høgur tollur ger, at føroyska vinnan missir kappingarføri.
Í framløguni varð greitt frá, at hóast ávís framstig, sita Føroyar ikki við samráðingarborðið um fríhandilsavtalur, meðan kappingarneytar gera nýggjar avtalur.
Eisini varð víst á týdningin av WTO-limaskapi og møguleikan fyri at gerast partur av einum fríhandilsfelagsskapi, sum kundi givið Føroyum betri útflutningsmøguleikar.
Á ráðstevnuni greiddi Knud Magnussen, seniorgreinari hjá DNB, frá um stóru óvissuna, sum ger seg galdandi í altjóða búskapinum og samhandlinum í løtuni. Tórheðin Jensen frá Varðanum greiddi frá um altjóða handil við støði í pelagiska økinum, og Páll Gregersen frá PRG greiddi frá um ójøvnu kappingina við fyritøkur í ES.
Aftaná framløgurnar var áhugavert kjak, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Uttanríkis- og vinnumálum, Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, og Páll Gregersen, stjóri í PRG, vóru við.