Ein nýggj vísindalig grein, skrivað av Elisabeth O.C. Hall, Janu Mortensen, Annemi Lund Joensen og Susanne Malchau Dietz, gevur innlit í lívskorini hjá sálarsjúkum føroyingum frá byrjanini av 1800-talinum til seint í 1960-árunum, tá psykiatriskt sjúkrahús varð veruleiki í Føroyum. Tað skrivar Fróðskaparsetri.
Greinin, sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi, lýsir søguliga viðgerð av sálarsjúkum og broytingar í viðgerð og sálarheilsurøkt. Søguliga høvdu sálarsjúk fólk í Føroyum sera ring kor, og tey vórðu mangan avbyrgd og viðgjørd uttanlands undir sera trupulum korum.
Samfelagsfatanin bæði í Føroyum og í øðrum londum var, at sálasjúk vóru hysterisk ella galin. Familjur skammaðust og royndu at krógva tey sjúku burtur í fjósum ella dárakistum, sum vóru kistur, sum høvdu eina matlúku.
Við menning av sálarfrøðiligari og medisinskari viðgerð, gjørdust korini munandi betri hjá sálarsjúkum, og henda søguliga menningin verður gjølla lýst í greinini.
Greinin leggur dent á týdningin av at viðurkenna serligu søguna um sálarheilsurøkt í Føroyum, og granskararnir vísa á, at tørvur er á at styrkja virðingina fyri mannarættindum hjá sálarsjúkum.
Høvundarnir vóna, at greinin fer at geva lesaranum eina betri fatan av, hvussu livskorini hjá sálarsjúkum eru broytt gjøgnum tíðina.
Lesið greinina her.
Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.