Vitan til varandi aling

Skrivað

Firum

Dagfesting

Herfyri skipaði Firum á triðja sinni fyri vísindaráðstevnu undir heitinum Vitan til varandi aling. Undirtøkan var avbera góð, og luttakarar vóru føroyskir granskarar, fakfólk úr alivinnuni og frá almenna myndugleikanum, umframt lesandi. Ráðstevnan varð hildin á Hotel Hilton, Tórshavn.

Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum, bjóðaði vælkomin, áðrenn Høgni Hoydal, landsstýrismaður í alimálum, setti ráðstevnuna.

Endamálið við ráðstevnuni er, at granskarar og fakfólk, ið sita á ymsum stovnum og fyritøkum, kunnu hittast og fáa høvi at viðgera og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit síni. Vitanin og úrslitini hava stóran týdning fyri bæði vinnu og myndugleikar, tí alivinnan er ein vitanartung vinna.

Á skránni hesaferð vóru 16 áhugaverdar framløgur, sum allar vórðu hildnar av granskarum við drúgvum royndum. Luttakarar fingu kunning um, hvat ið rørir seg á granskingarstovnum í Føroyum og í okkara grannalondum. Framløguhaldararnir vóru granskarar frá Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, , Firum, sp/f Tari, sp/f RAO, –og Norges miljø- og biovitenskapelige universitet. Eisini legði Granskingarráðið fram nýggj føroysk hagtøl um gransking, menning og nýskapan.

Fleiri av framløgunum eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Firum HER

Samanumtikið var ráðstevnan sera væleydnað. Nógv nýggj og áhugaverd vitan varð førd fram.

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni, og sum liður í fyrireikingunum varð ein vísindanevnd sett. Nevndin er mannað við granskarum frá føroyskum granskingarstovnum. Í nevndini sita Unn Laksá frá Sjókovanum, Eilif Gaard frá Havstovuni, Debes Hammershaimb Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Joensen frá Fróðskaparsetrinum og Ása Jacobsen frá Firum.

Ráðstevnan Vitan til varandu aling er ein afturvendandi føroysk vísindaráðstevna.