Vitlíkisfyritøkur skulu virða upphavsrættindi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fjølrit hevur saman við sínum systurfeløgum í Íslandi, Danmark, Svøríki, Norra og Finnlandi skrivað eina felags yvirlýsing um vitlíki.

Feløgini eru:

  • Fjølrit úr Føroyum
  • Fjölís úr Íslandi
  • Tekst & Node úr Danmark
  • Bonus úr Svøríki
  • Kopinor úr Norra
  • Kopiosto úr Finnlandi

Tey umboða rættindahavarar, sum eiga tekstir, myndir og nótar, sum verður brúkt til at menna vitlíki.

Í yvirlýsingini vísa tey á, hvussu generativt vitlíki kann brúkast á ein ábyrgdarfullan hátt, uttan at bróta upphavsrættin.

Tey leggja fram tríggjar meginreglur:

  • Fyrst og fremst gjøgnumskygni, har fyritøkur vísa, hvat tilfari verður brúkt.
  • Síðan loyvi, har rættindahavarar skulu geva samtykki til nýtsluna.
  • Og at enda rættvíst viðurlag: Skapandi fólk skulu fáa gjald fyri sítt tilfar.

Í yvirlýsingini stendur greitt: Virðing fyri rættindum hjá skapandi fólkum er ein skylda hjá øllum, og Vitlíkis-fyritøkur eru einki undantak.

Feløgini mæla til, at vitlíkis-fyritøkur gera avtalu við felagsskapir, sum umboða rættindahavarar í landinum, har nýtslan av vitlíki fer fram.

Hetta skal tryggja, at vitlíki kann mennast, uttan at skapanargleðin og rættindini hjá fólki verða sett til síðis.


Frá vinstru á myndini: Guðbjörg Benjamínsdóttir (Fjölís, Ísland), Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (Fjølrit, Føroyar), Valtteri Niiranen (Kopiosto, Finnland), Hege Munch Gundersen (Kopinor, Norra), Jørgen Karlstrøm (Bonus, Svøríki), Anders Kristian Rasch (Tekst & Node, Danmark)