Yrkisútbúgvingar høgt í metum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tilgongdin yvir nýggjar lærusáttmálar í 2024 vísir, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung, eins og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið. Tað skrivar Yrkisdepilin á heimasíðu sínari.

Í 2024 valdu 376 fólk at gera lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv. Hetta er 57% av einum miðal føroyskum árgangi.

Sæð yvir eitt longri áramál hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar leingi verið rættiliga høg og vaksandi og hevur seinastu 20 árini ligið um 50% av einum miðal føroyskum árgangi. Seinastu 7 árini hevur tilgongdin ligið ímillum 55% og 62% árliga.

Tey 376 fólkini, sum byrjaðu í læru í 2024, læra innan 45 ymiskar útbúgvingar. Aldurin á nýggju lærlingunum í 2024 lá ímillum 15 og 57 ár, ímeðan miðalaldurin var 22,2 ár.

Av teimum 62 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 15 teirra í Føroyum. Ventilatiónstøkningur, ambulansuviðgeri, gullsmiður og tannatstøðingur eru nýggjar útbúgvingar í 2024. Nú ber til at taka alla útbúgvingina til kokk í Føroyum.

Nógv tey størstu yrkini eru tær siðbundu føroysku yrkisútbúgvingarnar innanfyri maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara. 43% av lærlingunum í 2024 byrjaðu innanfyri hesi yrkini.

Umleið 30% av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í 2024, nema sær útbúgving innan merkantilu fakini, sum td. fyrisiting og logistikk.