1.797 lestrarpláss verða boðin út innan miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar í summar. Tað stendur í svari frá Djónia Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í útbúgvingarmálum, upp á fyrispurning frá Beini Johannensen, løgtingsmanni.
Løgtingsmaðurin Beinir Johannesen setti ein skrivligan fyrispurning til Djóna Nolsøe Joensen, um hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út í summar 2025.
Í svarinum stendur, at talið vegleiðandi og kann broytast, tá vit nærkast sumrinum 2025, tí útbúgvingarnar hava ymiskar upptøkutreytir.
Tølini fyri summarið 2025 eru hesi:
- Gymnasiala breytaskipanin: 856
- Yrkisútbúgvingar: 212
- Aðrar yrkisrættaðar útbúgvingar: 20
- Maritimar útbúgvingar: 192
- Heilsuskúlin: 77
- Hægri Nám: 60
- Bachelorútbúgvingar: 260
- Masterútbúgvingar: 120
Umframt hetta verða eisini 25 lestrarpláss boðin til hjánámslestur á Fróðskaparsetri Føroya, umframt ph.d.-lestur, sum ikki er skipað við árligari upptøku.