1.deild avgjørd um eina viku

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Spenningur hevur leingi verið um, hvussu endin fer at veða í 1.deild í fótbólti hjá monnum.

Í gjár kom ein partur av svarinum.

Næstbesta liðið hjá Víkingi hevur vunnið deildina og tað stendur fast, at FC Suðuroy næsta kappingarár spælir í Betri deildini.

Hóast hetta er staðfest, so er spenningur enn um, hvør fær hitt uppflytingarplássið í Betri deildini.

TB liggur í løtuni á uppflytingarplássinum við einum stigi meira enn B71 og B36. B36 kann ikki flyta upp, tí felagið frammanundan hevur lið í betri deildini,

Endar tað tó við, at B36 vinnur sær triðja plássið, so skal TB ella B71 – liðið, sum endar fremri – leika uppflytingardyst móti nummar níggju í Betri deildini.

Vinnur TB á FC Hoyvík í seinasta dystinum næsta vikuskiftið, so flytur liðið upp, men missa teir stig og B71 vinnur á KÍ so flytur B71 upp.

Við øðrum orðum kann TB avgera spurningin við sjálvir at vinna móti FC Hoyvík.