

1. maidagshald í Stjórnini
01.05.2024Í dag, 1. mai, er altjóða arbeiðaradagur, og í hesum sambandi fer Stjórnin at umrøða týdningin av hesum degi, og um altjóða arbeiðaradagurin enn hevur týdning fyri arbeiðsfólkið. Er stættarstríðið av, sum fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, boðaði frá á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í 2005? Norðurlendsku verjumálaráðharrarnir hava havt ráðharrafund í Føroyum í samband við norðurlendska verjusamstarvið, Nordefco, kom saman at umrøða trygdarstøðuna í Norðuratlantshavi, men hvat hevur tað at siga fyri Føroyar? Frihedsbrevet í Føroyum hevur gjørt ein heimildarfilm, “Valdið aftanfyri valdið”, ið snýr seg um, hvussu ein fær so stórt vald, og hvussu hetta valdið verður umsitið og um skipað lógarbrot í føroysku fiskivinnuni. Panelið fer at kjakast um, hvørt vit hava eitt fámannaveldi, har valdið í Føroyum er við at savnast á alsamt færri hondum. Gestir eru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen. Vertur er Árni Gregersen. Stjórnin beint eftir tíðindini klokkan fimm í dag, 1. mai.

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)
Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.