, ,

Túsundtals mugu skifta olju­tanga áðr­enn nýggj­ár

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Stórt sæð allir oljutangar bygdir millum 1960 og 1980, og nógvir av teimum sum eru bygdir millum 1980 og 2000, uppfylla frá og við 1. januar 2025 ikki galdandi lógarkrøv, metir Umhvørvisstovan.

Tað kann sambært galdandi lóg merkja at túsundtals oljutangar eiga at verða skiftir út til nýggjárs. Meðan ivasamt er um hvussu nógv av hesum kann lata seg gera upp á so stutta tíð, gera tryggingarfeløgini greitt at tryggingin tekur ikki við um tað skuldi borið so á at skaðar standast av oljudálking frá tangum ið ikki uppfylla krøvini í lógini.

“Tað er so einfalt, vit fáa ikki dekkað nakað sum ikki er lógligt,” segði eitt umboð fyri Trygd við FM1. Áðrenn tað var Betri Trygging eisini úti alment og segði umleið tað sama.

Hetta kann seta mong føroysk húsarhald í eina óhepna støðu – at skifta oljutanga kann lættliga kosta tíggjutúsundtals krónur.

“Skulu vit skifta okkara tanga út nú, so fer tað at kosta 35.000 krónur við grevstri og øllum,” segði ein hoyvíkingur vit tosaðu við.

Herfyri frættist at sambært kommunurnar í Suðuroy er talan um einar 270 tangar í oynni sum eftir lógini mugu skiftast áðrenn 1. januar 2025.

Júst hvussu nógv húsarhald ið nú standa til at skula skifta oljutangan út, tykist eingin at hava eitt ítøkiligt svar uppá. Svarið eigur tó at kunna fáast frá kommununum, sum hvør sær sambært lógina hava ábyrgd av at skráseta teir oljutangar sum finnast í teimum einstøku kommununum. Kommunurnar hava ábyrgd av at skráseta oljutangar; teir hoyra til byggiloyvi.

Sambært Umhvørvisstovuna kann tilsamans í Føroyum vera talan um túsundtals tangar sum skulu skiftast í næstum.

“Vit hava ikki skrásetingar av oljutangum og alduri, men bæði sethús og íbúðir eru skrásett á Kortal,” staðfesti Palli Petersen, orkuráðgevi á Umhvørvisstovuni.

“Men tað er skrásett nær bygningar fingu streymveiting, og út frá hesum kunnu vit meta um aldurin á oljutangum/bygningum,” legði orkuráðgevin afturat.

Sambært hansara meting eru kring landið seldir einir 10.000 nýggir oljutangar millum 1960 og 1980. Nýggir tangar seldir millum 1980 og 2000 metir hann at liggja um 5.100, og tangar seldir millum 2000 og 2015 eru mettir til at liggja um 2.400. Tilamans gevur hetta eina ábending um at tilsamans 17.500 oljutangar eru seldir millum 1960 og 2015.

“Tað sum er serliga áhugavert fyri eigarar av gomlum tangum er nær hesir skulu skiftast,” viðmerkti Palli Petersen og vísti til grein 13 í kunngerð frá 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum:

Tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu takast úr nýtslu soleiðis:
1) Innan 1. januar 2024, um húsini eru bygd fram til og við 1960.
2) Innan 1. januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980.
3) Innan 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000.
4) Innan 1. januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000.

Kunngerðin kann í sínari heild lesast á Lógasavninum .