Í vikuskiftinum 1. til 3. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.
Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt sjeyndu ferð verkætlanir verða kring landið. Áhugin hjá sjálvbodnum at vera við í ár hevur verið ovurstórur, og av teimum yvir 15.000 sum høvdu tekna seg, standa nú 80 útlendingar og áleið 25 føroyingar klárir at seta fyrstu hond á tær 9 ymisku verkætlanirnar kring landið.
Arbeiðið fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Sumt er framhald av undanfarnum verkætlanum, men fleiri nýggj støð eru eisini við hesaferð. Arbeitt verður hesaferð í Nólsoy, Bø, Skopun, Trongisvági, Gøtu, Gjógv, Leynum, Kirkjubø og fyri fyrstu ferð verður eisini ein arbeiðsbólkur sendur til Koltur saman við fólkum frá Tjóðsavninum.

Hvør verkætlan hevur ein lokalan samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.
Av tí, at arbeitt verður á hesum níggju støðunum heitir Visit Faroe Islands á fólk um at vísa fyrilit og vóna, at tað ber til at útseta gongutúrar á hesum støðum, meðan arbeitt verður komandi dagarnar (1-3 mai).


