1000 keypt atgongumerki at síggja Kroatia og Modric

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fótbóltssambandið skrivar, at gongd er komin á atgongumerkjasøluna til HM undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 5. septembur klokkan 19.45.

Í løtuni eru næstan 1.000 atgongumerki seld til stóru og spennandi uppgávuna móti kroatum. Atongumerkini kosta frá 110 krónur til 210 krónur.

Talan er um eitt sterkt landslið, og tað sæst aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har Kroatia er á 10. plássi. Føroyar eru nummar 141 av teimum 210 londunum á listanum. Á liðnum hjá Kroatia er millum annað veteranurin, Luca Modric, sum var valdur til heimsins besta fótbóltsleikara í 2018.

Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, fer mánadagin 25. august at kunngera hópin, ið skal stríðast fyri Føroyar í komandi dystum.

Tríggjar dagar eftir heimadystin, mánadagin 8. septembur, spæla Føroyar útidyst móti Gibraltar.

Í HM-undanbólki L er Kekkia fremst við 9 stigum. Kroatia og Montenegro hava 6 stig, Føroyar 3, og Gibraltar einki stig.