Svimjarar svumu skótt, tá ið svomið var um føroyameistaraheitið á stuttgeil í nýggja langhylinum í Havn um vikuskiftið. Óvanliga nógv føroysk met vóru tikin, og tíðirnar vóru góðar.
Sambært heimasíðuni svimjing.com hava góðu úrslitini við sær, at longu nú hava ellivu svimjarar svomið undir kravtíðir til Oyggjaleikir á Orknoyggjum í 2025.
Hesi hava klárað kravtíðir:
- Alisa Vestergård (2003, SuSvim)
- Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
- Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
- Heini Mohr Askham (2006, Ægir)
- Isak D. Brisenfeldt (2006, HS)
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS)
- Jón Hofgaard (1992, SuSvim)
- Jonna Joensen (2005, Ægir)
- Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
- Líggjas Joensen (2008, Ægir)
- Silas Dam Lindberg (2008, HS)
Á heimsíðuni hjá Svimjisambandinum síggjast innsendu kravtíðirnar
Svimjing.com skrivar víðari, at higartil er eingin úttikin, og tað kann vera, at onkur svimjari ikki sleppur við, hóast kravtíðin er svomin. Hetta er, tí at Føroyar ikki hava fleiri enn tveir svimjarar í hvørjari svimjigrein við til Oyggjaleikir.
Føroysku kravtíðirnar eru lutfalsliga harðar til Oyggjaleikir, tí tær verða roknaður út, sum miðaltíðin av veikastu heiðursmerkjatíðini á trimum teimum seinastu Oyggjaleikum. Sambært svimjing.com skuldi tað givið góð útlit fyri góðum úrslitum.
Á Oyggjaleikum í 2023 kláraðu sjey føroyskir svimjarar kravtíðirnar, og harafturat vórðu fýra svimjarar úttiknir fyri góð úrslit máld í FINA-stigum, sum nú eita AQUA-stig.
Av teimum ellivu, sum svumu á Guernsey í 2023, eru sjey sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum í 2025.