Tann 2. apríl 2022 spældi Bayern München við 12 leikarum á vøllinum ímóti Freiburg í týsku Bundesliguni. Í 86. Minutti skifti Bayern München bæði Niklas Sule og Marcel Sabitzer inn, meðan bara Corentin Tolisso fór av vøllinum. Freiburg royndi at gera vart við mistakið, men Bayern München spældi í 17 sekundir við einum manni í yvirtali. Bayern München endaði við at vinna dystin 4-1 og mistakið fekk ongar avleiðingar.
Í HM-finaluni í Qatar 2022 hendi tað aftur, tá Lionel Messi legði Argentina á odda 3-2 í longdu leiktíðini ímóti Fraklandi. VAR kannaði málið gjøllað, tá Lautaro Martinez skeyt upp á mál og bólturin støkk út aftur til Messi, sum síðani skoraði, men VAR varnaðist ikki, at Argentina hevði (minst) 12 leikarar á vøllinum, tá liðið skoraði. Talan var tá um (minst) ein eykaleikara, sum var runnin inn á vøllin.

Í gjár hendi tað aftur, tá Fortuna Sittard javnaði í yvirtíðini ímóti Heerenveen. Í 88. minutti framdi Fortuna tvær útskiftingar, har Ryan Fosso og Jasper Dahlhaus skuldu av vøllinum fyri Darijo Grujcic og Owen Johnson, men Jasper Dahlhaus spældi víðari í nærum ein minutt, áðrenn hann fór av vøllinum. Venjarin hjá Heerenveen, Robin van Persie, var sera misnøgdur eftir dystin og hollendska fótbóltssambandið roynir nú at loysa málið.