12,7 milliardir í lønum seinasta árið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinasta tólv mánaðarskeiðið, frá desember í fjør til november í ár, vórðu góðar 12,7 milliardir krónur útgoldnar í A-skattaðum lønum. Hetta er ein vøkstur á 6,1 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið. Tað skrivar hagstovan á heimasíðuni.

Størsti vøksturin varð í almennari umsiting og verju, heilsu- og almannaverki, og list, undirhald og ítrótti. Einasta vinnugrein, har lønirnar minkaðu, var landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, við eini minking á 3 prosent, serliga í uppsjóvarveiðu.

Vøksturin í lønargjaldingum var hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Kvinnur høvdu ein lønarvøkstur á 10 prosent, meðan lønin hjá monnum vaks við næstan 4 prosentum.

Í Sandoyar øki var størsti lønarvøksturin við góðum 9 prosentum, meðan Suðuroyar øki hevði minsta vøksturin við undir 2 prosentum.

Í november var mánaðarliga miðallønin 35.864 krónur, hjá kvinnum 28.700 krónur og hjá monnum 42.400 krónur. Hetta er ein hægri miðalløn samanborið við sama mánað í fjør.