Føroyski búskapurin er framvegis í framgongd við søguliga lágum arbeiðsloysi, vaksandi lønargjaldingum og vaksandi útflutningi, og eingi tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnaði í føroyska bankageiranum.
Hetta sigur Føroya Váðaráð, sum hevur hildið 21. Fundin.
Váðaráðið vísir á, at búskaparframgongdin sær ikki út til at missa styrki. Útflutninguin, arbeiðsvirknið og lønargjaldingarnar eru vaksandi, og arbeiðsloysið er framvegis søguliga lágt.
Tað eru tó tekin um, at hækkaða rentan hevur ávirkað bjartskygnið hjá húsarhaldunum í og við, at sethúsaprísirnir ikki hækka eins skjótt og teir hava gjørt seinastu nógvu árini.
Rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar síðan summarið 2022, so hvørt sum bankarnir hava hækkað renturnar. 86% av húsarhaldunum hava lán við skiftandi rentu, og tí ávirkar rentuhækkingin skjótt føstu útreiðslurnar hjá húsarhaldunum.
Bæði rentuhækkingarnar og inflasjónin skerja keypiorkuna hjá húsarhaldunum, og hetta kann elva til eina lækking av privatu nýtsluni. Í og við at arbeiðsloysið er sera lágt, hava flestu húsarhaldini eina fasta inntøku, og tað ger, at tey hava megnað at hava eina nøkulunda óbroytta privatnýtslu, sjálvt um minni fæst fyri pengarnar.
Hagtøl fyri kortnýtsluna vísa, at húsarhaldini hava brúkt meir pening í fyrsta ársfjórðingi í 2023 enn í sama ársfjórðingi í 2022, men roknast má við, at tey hava fingið minni fyri pengarnar orsakað av prísvøkstri á vørum og tænastum.