Føroyar skula hava fimm heilsuøki og 14 heilsumiðstøðir.
Tað sigur kunngerð, sum er gjørd sambært nýggju kommunulæknalógini. Lógin og fimm kunngerðir koma 1. juni.
Norðoyggjar, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna vera saman í einum heilsuøki.
Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna vera í einum heilsuøki.
Vágar, Mykines, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna og Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir vera saman.
Tórshavnar kommuna, Sandoy, Skúvoy og Dímun vera eitt heilsuøki.
Og Suðuroy verður eitt heilsuøki.
Heilsumiðstøðir vera í Klaksvík, í Norðragøtu, í Fuglafirði, í Runavík, í Miðvági, í Vestmanna, í Kollafirði, við Norðskála, í Hoyvík, á Sandi, áTvøroyri, í Vági og tvær vera í Havn.