Høllin kókaði, tá ið Kroatia á heimavølli vann hálvfinaluna í HM móti Fraklandi, og spældi seg harvið í finaluna, sum verður móti Danmark ella Portugal.
Kroatia var tó nógv betri í fyrra hálvleiki, og Frakland hevði torført við at spæla seg gjøgnum 5-1-verjuna hjá Kroatia. Í hinum endanum høgdu kroatisku skjúttarnir bóltarnar í málið, og fronsku málverjarnir tóku ikki tað stóra.
Teir 15.200 áskoðararnir vóru garvillir og lyftu liðið hjá sær til himmals. Einu løtuna var støðan 17-8 til Kroatia. Tað eydnaðist tó Fraklandi at minka munin við tveimum málum beint fyri steðgin, tá støðan var 18-11.
Fyrst í seinna hálvleiki minkaði Frakland enn meira um munin, og kom niður á 19-15. So vaknaði Kroatia aftur, og dysturin gjørdist sera rokmikil, og stundum høvdu bæði leikarar og dómarar torført við at halda høvdið kalt í øllum larminum.
Frakland kláraði tó at halda seg inni í dystinum. Verjan stóð væl og gjørdi tað torført hjá kroatum at skora. Í álopinum gekk stjørnuleikarin Dika Mem undan við fleiri málum.
Við átta minuttum eftir minkaði Frakland til 27-23. Kroatia helt seg kortini framman fyri alla tíðina, og hóast verjan var góð, so tóku málverjarnar millum lítið og einki. Í hinum endanum hevði kroatiski málverjin eisini nakrar sera týðandi bjargingar, sum foraðu Fraklandi at koma heilt nær.
Endin var, at Kroatia vann 31-27, og høllin var í fullkomnari ekstasu.
Fyri fyrstu ferð síðan 2009 skal Kroatia spæla finalu um heimsmeistaraheitið, og Danmark og Portugal skulu vera glað fyri, at finalan skal spælast í Noreg og ikki í Kroatia, tí eitt hvørt lið hevði havt trupulleikar at spælt frammanfyri teimum 15.200 heimaáskoðarum.
Frakland – Kroatia 28-31 (11-18)
Frakland: Desbonnet (6 bjargingar), Bolzinger (5/1 bjargingar); Minne 3, Remili 1, Bos, Prandi 1, Richardson 1/1, Mem 8, Tournat 2, Grebille 1, Karabatic, Fabregas 4, Kounkoud 3, Nahi 2, Konan, Briet 2
Kroatia: Kuzmanovic (15/2 bjargingar), Pesic; Duvnjak, Sostaric, Klarica, Simic, Srna 7, Maras 4, Mamic, Lucin 1, Martinovic 6, Susnja, Sipic 2, Glavas 3/1, Jelinic 7, Karacic 1
Áskoðarar: 15.600 (Arena Zagreb)
Dómarar: Robert Schulze / Tobias Toennies (GER)
Útvísingarminuttir: 8 / 8
Reytt kort: Minne (32.) / –