Í gjár fekk løgreglan 16 fráboðanir um stormskaðar í nógva vindinum. Talan var um takplátur, inndekningar, leyst tjørupapp og bilar, sum fingu skøvur.
Eisini vóru fráboðanir um nevagrót, sum feyk á vegnum. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini var ikki talan um stórar skaðar.
Seinastu fráboðanina fekk løgreglan klokkan 22:40 í gjárkvøldið, og síðani hevur verið friður á hesum øki.
Vindurin minkaði út á náttina, og Veðurstova Føroya sigur, at vindurin fer at minkað enn meira um vikuskiftið.