Talið á ukrainskum flóttafólkum, sum eru komin til Føroya, er nú komið upp á 135 (mars í ár, journ.). Av teimum eru 135 eru 19 teirra børn í fólkaskúlaaldri; 11 ganga í Eysturskúlanum í Havn, tvey í Skúlanum á Fløtum, tvey í Skúlanum við Løgmannabreyt, trý í Tvøroyrar skúla og eitt barn í Sandoyar Meginskúla.
Í Havn er undirvísingin skipað soleiðis, at næmingar í 1. til 5. flokk eru í móttøkuflokki í Eysturskúlanum. Næmingar í 6. til 9. flokk eru í móttøkuflokki í Tórshavnar Kvøldskúla í átta til tíggju vikur, har teir fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál tveir tímar um dagin. Restina av skúladegnum eru tey í vanligum flokki í onkrum av skúlunum í kommununi.
Millum tey 6.200 børnini og ungu úr Ukraina í aldrinum 6-16 ár, sum eru komin til Danmarkar síðsta árið, eru umleið 5.300 skrivað inn í danska fólkaskúlan, og tvey prosent í frí- ella privatskúla. Onnur tvey prosent eru innskrivað í sertilboð fyri børn og ung, vísa tøl frá danska barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Tað var serliga fyrstu mánaðirnar eftir russisku innrásina í Ukraina, at tilflytingin vaks skjótt – frá 3.400 í mai til 6.500 í august í 2022. Síðan er vøksturin steðgaður støðugt.
Keldur: Skúlablaðið/uvs.fo og uvm.dk