2. hvítusunnudag á FM1: áhugaverdar endursendingar millum klokkan 11 og 15 – Beinleiðis fótbóltur millum klokkan 15 og 19

Skrivað

FM1

Dagfesting

SKRÁIN á FM1 2. hvítusunnudag:

Klokkan 11: Stjórnin – Politikkur á skák.

Klokkan 12: Á Sýnuni. Gestir Tróndur Sigurðsson, Jens Ivan í Gerðinum, Bjarni Nattestad og Bjørn Kallsoy, hermaður á ukrainska-russiska hermótinum.

Klokkan 13: B36-Varpið. Gestur Jan Poulsen, stjóri í B36.

Klokkan 14: Fótbóltsskýlið: Gestir: Heðin Arge, Televarpið og Jákup Ósá, bolt.fo og nordlysid.fo.

Klokkan 15: Sigurjón Einarsson sigur beinleiðis frá dystinum ÍF-B68. Vit fylgja gongdini í dystinum 07 Vestur-EB/Streymur.

Klokkan 17: Trygvi Absalonsen sigur beinleiðis frá dystinum HB-B36. Heðin Askham verður viðmerkjari. Árni Gregersen er heimildarmaður til dystin Víkingur-NSÍ.